Everton uttan verjugeneral

Everton má spæla FA Cup finalu uttan verjuovastan Phil Jagielka. Hann varð skaddur í dystinum ímóti Manchester City um vikuskiftið, og hann verður ikki førur fyri at spæla størsta dystin hjá Everton í hesum kappingarárinum. Jagielka fekk snudd í knæið, og hann skaðin var so ringur, at hann kann ikki spæla aftur í hesum kappingarárinum.