Fyrra partin av hesum kappingarárinum hevur Everton megnað at verið við í kappingini um fremstu plássini. Teir bláu í Liverpool eru framvegis ikki so langt frá toppliðunum, men síðstu umførini eru teir dragnaðir eitt vet.
Í kvøld var úrslitið 1-1 á útivølli ímóti West Bromwich Albion, sum javnaði, tá ið tað restaði eitt korter. Diego Lugano var málskjútti. Fýra minuttir undan steðginum hevði Kevin Mirallas lagt Everton framum.
Everton er á sætta plássi við 42 stigum. Frammanfyri eru Tottenham og Liverpool við 43 stigum, og so er lopið langt fram til trý tey ovastu – Chelsea 49, Manchester City 50 og Arsenal 51 stig.
Seinastu umførini hevur tað ikki riggað optimalt hjá Everton ímóti veikaru liðunum, hóast liðið hevur vunnið fulla úrtøku á heimavølli ímóti Southampton (2-1) og 2-0 ímóti Norwich. Umframt javnleikin ímóti WBA var úrtøkan ímóti Stoke á útivølli 1-1, og tað var eisini dyggur smeitur 2. jóladag at tapa 1-0 á heimavølli ímóti Sunderland.
Leygardagin verður grannauppgerð í Liverpool, tá ið Everton fer á vitjan á Anfield Road hjá Liverpool FC.
WBA er á trettanda plássi við 22 stigum. Tað eru fýra stig aftur til niðurflytingarstrikuna. Sunnudagin skal WBA spæla á útivølli ímóti Aston Villa.