Everton og Tottenham í mótbrekku

Tað sá gott út hjá Everton niðri í Firenze, men síðsta korterið eydnaðist tað Fiorentina at skora tvey mál, so teir liggja nú væl fyri at vinna seg í fjórðingsfinaluna í UEFA-kappingini. Tim Cahill og Steven Peinaar eru ivasamir, meðan James Vaughan, Nuno Valente og Manuel Fernandes hava allir skaða, men Lee Carsley er klárur at tørna út fyri Toffees aftur. Lee Carsley hevði leikbann í fyrra dystinum í Fiorentina. Adrian Mutu hjá Fiorentina er framvegis skaddur. David Moyes var vónbrotin um fyrra dystin: ?Eg svav ikki aftaná dystin, men vónandi kunnu vit fáa ført okkara góða spæl fram aftur, so vit kunnu vinna okkum víðari.? Tottenham leikar úti ímóti PSV á Phillips-Leikvøllinum, og hava teir eisini eitt keðiligt útgangstøðið. Jermain Jenas er tøkur aftur, Younes Kaboul og Ricardo Rocha eru skaddir. Spurs-liðskiparin Ledley King hevur tó gott mót: ?Vit trúgva enn uppá, at vit kunnu venda gongdini. PSV komu til White Hart Lane við einari dystarætlan, og hana fullførdu teir. Men vit eru ivaleysir í, at vit kunnu skora ímóti øllum liðum, og tað ætla vit eisini at gera í Eindhoven.?