Everton verður noytt at bíða við at skriva sáttmála við Chelsea áleyparan, Romelu Lukaku.
Ætlanin var annars, at 21 ára gamli áleyparin skuldi vísast fram á einum tíðindafundi í kvøld, men keypið se seinkað orsakað av pappírsveldi.
Prísurin verður hildin aty liggja um 24 milliónir pund, onkrar heimasíður siga 28,5 milliónir, og tað vil undir øllum umstøðum gera Lukaku til dýrasta spælara hjá felagnum. Dýrasti spælarin framman undan var Marouane Fellaini fyri 15 milliónir pund í 2008.
Tíðindafundurin skuldi verið klokkan 19 í kvøld, men Everton sigur:
- Vit fara um tíðina og vit eru takksom fyri tykkara tol. Tíðindafundurin, sum tit hava bíða eftir, byrjar skjótt. Haldi okkum til góða. Tað er vert at bíða eftir.
Romelu Lukaku skoraði 15 mál í 31 dystum fyri Everton seinasta kappingarár.