Everton-leikararnir í ringum formi

Tað sigur nýggi venjarin hjá Everton, Ronald Koeman

Í summarsteðginum skifti hollendski venjarin, Ronald Koeman, ið sum leikari var kendur fyri síni gróthørðu fríspørk, Southampton út við Everton. Hetta kom eitt sindur óvart á enska fótbóltsheimin. 

 

Í morgin er fyrsti dysturin hjá Koeman sum venjari hjá Everton á skránni, tá ið The Toffees tekur ímóti Tottenham heima á Goodison Park. Øll feløg hava ivaleyst eitt ynski um at byrja nýggja kappingarárið væl, men seinastu viðmerkingarnar hjá Ronald Koeman við fjølmiðlarnar benda á, at tað ikki eru stór sannlíkindi fyri, at Everton fær eina góða byrjan upp á nýggja kappingarárið.

 

- Út frá tí, sum eg havi sæð higartil, so eru leikararnir bert á 70% av tí, sum ein kann vænta av einum Premier League-spælara. Mær dámar ikki, at leikararnir eru í summarfrítíð í seks-sjey vikur, sigur Ronald Koeman sambært goal.com.

 

Ronald Koeman leggur afturat, at nógv verður lagt fyri í hesum døgum at fáa leikararnar hjá Everton í nøktandi form.