Everton vann í kvøld ein fult uppibornan 1-0 sigur á Manchester United á heimavølli á Goodison Park, tá liðini bæði settu skjøtil á sína Premier League-kapping.
Dysturin bleiv avgjørdur eftir eitt hornaspark, tá Marouane Fellaini skallaði bóltin í mál, umframt at hann longu fyrst í dystinum hevði eitt skot á stongina og eisini bleiv heiðraður sum Man of the Match.
Spælarin, ið mundi hava mest at siga fyri gestirnar, var óivað málverjin, David De Gea, sum leingi fekk forðað fyri, at tað skrædnaði hjá United, og hann fekk seg veruliga royndan av einum skallara frá Steven Pienaar og einum góðum frísparki frá Leighton Baines.
Møguleikarnir hjá Manchester United vóru fáir, og tað vandamiklasta var helst eitt fríspark frá Wayne Rooney, sum Tim Howard koyrdi út til hornaspark, men annars lá einki fyri hjá United-álopinum í fyrsta dystinum hetta kappingarárið.
Nýkeypti Robin van Persie kom inn, tá góðir 20 minuttir vóru eftir, men tað var millum lítið og einki, ið hann avrikaði.










