Í hálvum kavaroki og bítandi kulda brustu Everton og Arsenal í dag saman á Goodison Park í Liverpool. Spælið gekk eitt sindur aftur og fram, og Arsenal var á odda við at misnýta málmøguleikar. Hetta kostaði teimum sigurin so seint sum í yvirtíðini, tá ið Andy Johnson tryggjaði Everton øll trý stigini.
Hervið misti Arsenal vónina um at røkka Chelsea, sum nú er 14 stig frammanfyri teimum á 2. plássi. Arsenal hevur tó leikt ein dyst minni enn hini, av tí at teir mangla ein útsettan dyst ímóti Manchester City.