Everton keypir russiskt

Fyri 80 milliónir krónur hevur Everton keypt 24 ára gamla Diniyar Bilyaletdinov úr Dynamo Moskva. Bilyaletdinov er miðvallari, og hann hevur spælt 24 landsdystir fyri Russland. – Vit fegnast um at hava fingið Diniyar í hópin. Eg veit, at David Moyes hevur roynt at fingið fatur á honum í rúma tíð, og hann skal vera hjartaliga vælkomin á Goodison, sigur stjórin í Everton, Robert Elstone á heimasíðu felagsins.