Everton best í Liverpool

Manchester City mátti taka til takkar við 2-0 tapi á heimavølli móti Everton. Bláa Liverpool-felagið er nú aftur á fjórða plássinum í Premier League. Við tveimum málum í fyrra hálvleiki staðfesti Everton, at teir eru alt annað enn lættir at syfta í ár. Manchester City hevur annars staðið seg sera væl á heimavølli, men við málum frá Yakobu og Lescot í fyrra hálvleiki hálaði Everton trý sera týðandi stig heim. Sigurin lyftir Everton upp um grannarnar, Liverpool, í dystinum um fjórða plássið og atgongd til Champions League milliónirnar. Everton hevur tó spælt ein dyst meira.