Evans vann HM

Australski Cadel Evans vann um vikuskiftið HM í landavegssúkkling. Evans hevur leingi verið mettur sum eitt tað størsta navnið innan ítróttina, men so ella so hevur hann altíð kiksað í stóru Tour-kappingunum. Men á teimum 262 kilometrunum, sum vórðu súkklaðir í Sveis sunnudagin, var eingin ivi. Á seinastu brekkuni setti australimaðurin restina av feltinum eftir seg og kom einsamallur á mál sum nýggjur heimsmeistari.