Evangelistur er kvakksalvari

Christian Hedegaard, sum stovnaði donsku kristiligu samkomuna Evangelist, er kvakksalvari.

Tað hevur Eystari landsrættur staðfest.

Christian Hedegaard, sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum, varð í rættinum í fjør funnin sekur í tí sama.

Landsrætturin kom til somu niðurstøðu sum býarrætturin, at Evangelist skuldi hava 40.000 krónur í bót. Ákæruvaldið kravdi væl størri bót.

Christian Hedegaard sjálvur kravdi frídøming.

Hann varð dømdur fyri í tveimum førum fyri at hava verið samsekur í, at sálarliga sjúkum kvinnum varð mælt frá at taka heilivág móti sjúku fyri í staðin at fasta og biðja í trý samdøgur.