Evangelist vil sleppa í Hægstarætt

Eystari landsrættur staðfesti fyrr í mánaðin dómin, sum leiðarin fyri donsku samkomuni Evangelist, Christian Hedegaard fekk í rættinum í Hillerød í fjør.

Hann varð dømdur fyri kvakksalarí við í tveimum førum at hava mælt sjúkum fólkum til at lata vera við taka heilivág og heldur lata seg lekja við bøn og at fasta.

46 ára gamli Christian Hedegaard ætlar nú at fáa dómin royndan í hægstarætti, og hetta hevur hann søkt Procesbevillingsnævnet um.

Prædikumaðurin hevur nakrar ferðir verið í Føroyum, og hann hevði í hvussu er gott samband við nakrar samkomur her.