Tann umstrídda fríkirkjan Evangelist er enn eina ferð løgd undir at fremja ágang ímóti børnum Felagsskapurin Børns Vilkår hevur nú meldað Evangelist til løgregluna fyri at hava framt likamligan ágang íóti einum 11 ára gomlum drongi í fjør.
Sambært felagsskapinum var drongurin farin í fríkirkjuna at lurta eftir bíbliusøgum. Seinni greiddi hann frá, at frá trimum vaksnum monnum fekk hann at vita, at hann hevði illar andar í sær, og at teir skuldu rekast út. Menninir hildu dronginum, meðan teir talaðu í tungum og róptu í andlitið á honum. Eitt korter seinni slapp drongurin leysur.
Bente Boserup, sum er ráðgevingarleiðari hjá Børns Vilkår, sigur við DR, at eftir teirra tykki er talan um álvarssaman ágang.
Evangelist hevur umleið 1.000 limir í Danmark.