Í sendingini “21 Søndag” hjá DR1 fyri viku síðani stóð trúðarfelagsskapurin Evangelist stóð fyri skotum. Eftir sendingina segði leiðarin fyri Evangelist, Christian Hedegaard, við Rás2, at tey ætlaðu at føra sak ímóti DR fyri skuldsetingarnar um ágang ímóti børnum.
Í sendingini hjá DR greiddu ónevnd fólk frá ógvusligum upplivingum sum børn, tá ið fólk í Evangelist skuldu reka illar andar úr teimum. Ein sálarfrøðingur helt, at hetta vóru torturlíknandi støður, sum børnini vórðu sett í. Eisini var greitt frá líknandi hendingum í einum øðrum felagsskapi, Faderhuset.
- Hetta er tað mest absurda, sum eg havi hoyrt. Tað er ótrúligt, hvat mann kann verða skuldsettur fyri sum kristin í Danmark, og vit ætla at føra sak ímóti Danmarks Radio, segði Christian Hedegaard við Rás2.
Hava ráðført seg
Nú boðar Evangelist frá, at tey fara ikki at melda DR. Í einari fráboðan verður sagt, at Evangelist hevur tosað við løgfrøðisligar ráðgevar, og niðurstøðan er, at Evangelist fer ikki at reisa málið hjá løgregluni.
- Men vit halda fast við okkara atfinningar ímóti sendingini, sum samantvinnaði Evangelist við hendingar í Faderhuset, sum vit einki hava vit at gera, sigur Evangelist í fráboðanini.
Í næsta mánaði koma Christian Hedegaard og onnur fólk frá Evangelist til Føroya at halda møtir. Evangelist hevur vitjað reguliga í Føroyum seinastu árini.
- Vit hava nógvar góðar stuðlar, og eg rokni við, at føroyingar fara at stuðla okkum enn meira eftir hetta, tí teir vita, at vit standa fyri tí kristna, segði Christian Hedegaard við Rás2 fyrr í vikuni.