Evangeliskt tiltak í Vestmanna

Eitt evangeliskt tiltak verður í Auluni í skúlanum í Vestmanna vikuskiftið 11.-13. apríl.

Byrjað verður fríggjakvøldið 11. apríl kl. 20 har eitt mannskór fer at luttaka. Eitt kór, sum er samansett av monnum úr ymiskum samkomum í Tórshavnar Kommunu og er stjørnað av Eli Smith. Hetta kórið bleiv serliga kent undir tí stóru samfelagsstevnuni í november í fjør, har teir bergtóku eina stúgvandi fulla høll á Nabb í Havn.

Leygarkvøldið 12 apríl kl. 20 heldur møtirøðin fram, og tá fara Jógvan Mortensen og Co. at luttaka. Teir eru kendir frá størri møtitiltøkum kring landið, men mest kendir frá møtunum, sum plaga at vera í badmintonhøllini í Klaksvík. Teir hava ein serliga lættan og »íoyrafallandi« stíl.

Sunnukvøldið 13. apríl kl. 18 endar møtirøðin har eisini kendar sangkreftir luttaka. Talarar hesi kvøldini vera m.a. Rógvi Joensen, David Lukama, Jákup Hansen, Marius Sørensen og Bogi Simonsen. Ein kaffimunnur verður at fáa aftaná hvørt møti, har høvið er at samtala og at fáa forbøn. Fyrireikarnir vóna at síggja so mong sum tilberð til hesa møtirøð.