Í 2012 verður forsetaval í Fraklandi, sambært norska kringvarpinum fer Eva Joly at stilla upp. Eva Joly, sum hevur franskan og norskan ríkisborgararætt, er limur í ES-tinginum fyri flokkin Europe Ècologie.
Hon váttar í kvøld fyri NRK, at hon fer at royna at gerast franskur forseti.
Verandi forsetin, Nicolas Sarkozy, fer at stilla uppaftur á valinum um tvey ár, men sambært NRK kann Eva Joly gerast annaðhvørt forseti ella forsætisráðharri, um flokkur hennara og sosialistaflokkurin samstarva.
Eva Joly segði fyrr í summar, at hon fer at stilla upp í 2012, um hon fær nóg stóran stuðul til uppstillingina.