Eurovision-vinnarin: Í morgin eri eg gloymdur

Salvador Sobral vann leygarkvøldið Eurovision tónleikakappingina. Hansara framførsla og sangur vóru sermerkt, og hóast mong hava ilt við at skilja, at Salvador vann kappingina, var hann í grundini tryggur vinnari.

Salvador Sobral var ein øðrvísi vinnari, og beint eftir sigurin segði hann, at tónleikurin hevði vunnið, tí tónleikur er ikki fýrverk, tónleikur er kenslur. Við tí sipaði hann til, at flestu sangirnir í Eurovision eru knýttir at stórum showi.

- Tað hevði verið ein stór gleði, um eg kundi broytt tónleik og skapt innihald. Eg vann við einum vøkrum sangi, sum hevur eitt kensluligt innihald. Tað er nakað, sum fólk ikki eru von við at lurta eftir í dag. Fólk lurta eftir útvarpi, har tey fáa sangir tveittar í høvdið og skulu dáma teir, tí teir verða spældir 16 ferðir um dagin, segði Salvador Sobral.

Salvador Sobral roknar ikki við, at hansara framtíð verður merkisvert øðrvísi eftir sigurin leygarkvøldið.

- Tað hevur verið stuttligt, men lat okkum ikki gloyma, at tú vinnur ein dag, og í morgin er tað eindin, sum minnist teg. Eg arbeiði við einari nýggjari útgávu, og tað haldi eg fram við nú, segði Salvador Sobral.