At luttaka í Eurovision hevur stóran týdning fyri tónleikararnar, men hevur eisini risa týdning fyri ferðavinnuna hjá luttakaralondunum, tak bara Húsavík í Íslandi.
Og so kemur spurningurin – hví luttaka vit føroyingar ikki? Vit hava í dag tónleikarar og komponistar sum eru á altjóða og á Eurovision støði. KVF, FMA og Norðurlandahusið kundi uttan trupulleikar staðið fyri føroysku kappingini.
Trupulleikin er sum ikki einaferð okkara Ríkisfelagsskapur ! Fyri at luttaka í Eurovision skal Kringvarp Føroya gerast limur í felagsskapinum EBU (European Broadcasting Union) limagjaldið er ikki serliga stórt og verður ásett eftir støddini á limalandinum og vil ikki verða nakar trupulleiki fyri KVF, trupulleikin er at bert sjálvstøðugar Tjóðir kunnu verða limir i EBU – just tað sama sum við OIC (Olympiaduni).
So skulu vit luttaka í Eurovision mugu vit vinna Danska Melodi Grand Prix – Harkaliðið var nær við at vinna á sinni og vit vóna at gávuríki føroyingurin Reiley fer at klára seg væl nú Leygarkvøldið við sínum lagi sum eg haldi er upplagt á Eurovision støði, spennandi verður hvussu fer at ganga !
Eg fari at heita á Siri Stenberg og Høgna Hoydal um at royna at útvega Føroyum limaskap í EBU sum skjótast og kanska Sjurður Skaale fær donsku stjornina at leggja eitt gott orð inn fyri Føroyar hja EBU.Sjálvstøðug føroysk luttøka í Eurovision vil hava stórt gagn fyri Føroyar, bæði listarliga og vinnuligt
Johan Mortensen