Eurovision: Jóhannes skal avdúka stigini úr Íslandi

Hálvføroyski sjónleikarin verður at síggja í sjónvarpsskíggjanum í kvøld

Sjónleikarin Jóhannes Haukur Jóhannesson, sum er hálvur føroyingur og hálvur íslendingur, verður at síggja á sjónvarpsskíggjanum, tá Eurovision fer í luftina í kvøld. Hann verður tann, sum skal fortelja, hvussu nógv stig koma úr Íslandi til hini londini.  

- Tá eg bleiv spurdur, segði eg beinanvegin ja. Børnini hjá mær fara heilt vist at halda, at tað er kul. Ella tað hopi eg í øllum førum, sigur hann við íslendska sjónvarpið RUV.

Jóhannes Haukur hevur spælt við í nógvum altjóða filmum og sendirøðum - harímillum hevði hálvi føroyingurin ein leiklut í heimskendu og háaktuellu sendirøðini Game of Thrones.

Í Vikuskiftis Sosialinum hava vit eitt langt prát við Jóhannes Haukur, sum traðkaði sínar barnaskógvar í Føroyum, og sum í dag telist millum mest virdu íslendsku sjónleikararnar yvirhøvur. Les meira HER. 

Les eisini: Hesi kunnu vinna í kvøld