Eurovision-hetja skal spæla á Sandinum

Íslendski Daði Freyr skal geva G! Festivalinum Grand Prix-huglag

Ein av stóru profilunum í Eurovision kappingini kemur á G! Festivalin í næstu viku.

 

Ikki síðan finsku Lordi við skrímsl-maskunum hevur nakar bergtikið størstu sangkappingina í heiminum Eurovision líka nógv sum Ííslendski Daði Freyr. Sangurin “Think about Things” hevur yvir 100 milliónir stroymingar, og bleiv spældur í útvørpum runt heimin 1. millaiard ferðir. Sangurin bleiv eisini eitt hitt á Tik Tok, var nummar 1# á heimslistanum hjá Shazam í 2020, og vann eina silvur plátu í Bretlandi.  

 

Men Eurovision bleiv tíverri avlýst í 2020, har Daði Freyr var ein av favorittunum til at vinna. Daði Freyr stillaði upp aftur í Eurovision í 2021, við sanginum “10 Years”. Sangurin var spáddur at koma langt í kappingini, men korona mundi aftur komið í vegin, tá ein í bólkinum fekk smittuna, og tey vóru noydd at innspæla framførsluna uttan áskoðarar. Daði Freyr vann ikki, men megnaði at fáa eitt flott 4. pláss. 

 

Síðan Eurovision hevur Daði Freyr, sum er búsitandi í Berlin, havt úr at gera við komandi heildarútgávuni, einum telduspæli, 3D Hologrammi, Daði Freyr bjór og at leggja video út av tilveruni í Berlin studionum og av coverløgum á Youtube, millum annað lagi JaJa Ding Dong úr filminum The story of Fire Saga. 

 

– Vit gleða okkum at merkja Eurovision-andan yvir Gøtusand í summar, sigur G! Festivalurin.