Eurovision gav Malmø 160 milliónir

Meðan fleiri danskir býir í løtuni ivast í, um tað loysir seg at vera vertsbýur fyri altjóða tónleikakappingini, Eurovision Song Contest, vísir ein uppgerð nú, at Malmø fekk nógv burturúr.

 

Í sambandi við stóra tónleikatiltakið í Malmø herfyri fekk býurin ikki færri enn 185 svenskar milliónir. Tað svarar til 160 milliónir krónur.

 

Harafturat var lýsingavirðið á europeiska tónleikatiltakinum yvir eina milliard. Sambært Turismens Utredningsinstitut var lýsingavirðið 1,1 milliardir í svenskum krónum.

 

Tá Eurovision Song Contest verður í 2014, er Danmark vertur fyri kappingini, eftir at Emmelie de Forrest endaði á ovastu rók í Malmø við sanginum Only Teardrops.

 

Tá tað bleiv kunngjørt, at Eurovision skuldi vera í Malmø, vóru nógvar atfinningar um hetta í Svøríki. Eitt bleiv hildið at býurin var ov lítil og lá ov illa fyri sum heild.

 

Tøl frá svenska hagstovninum fyri ferðavinnutøl vísa nú, at 170 milliónir hugdu eftir tiltakinum í sjónvarpinum, 1700 journalistar dekkaðu kappingina, og 48.100 fólk vóru til staðar undir sjálvari kappingini.