Europiskt bragd av Neistanum

Hóast samlaði sigurin ongan tíð var í nánd, so var tað eitt bragd av Neistanum, tá teir seinasta korterið vunnu seks mála leiðsluna hjá Lovcen aftur

Hondbóltur

 

Við 14 málum í skjáttuni kundi Lovcen úr Montenegro taka tað hampuliga rólig, tá teir løgdu Føroya-ferð sína til rættis.

Sigurin merkti eisini, atLovcen var greiður favorittur, og fyrstu longu løtuna livdi liðið av Montenegro eisini upp til hetta heitið.

Tí hóast Neistin fylgdi væl við, so vóru tað leingi gestirnir, sum høvdu munin. Spakuliga drógu teir frá teimum bláu, og tá farið varð undir seinna hálvleik, skrædnaði veruliga. Soleiðis var munurin komin upp í seks mál, tá Neistin brádliga fekk nakrar yvirtalsstøður. Hesum dugdi teir bláu at gera sær dælt av, og tá talan so eisini var um triðju útvísingina hj´abæði Pejovic og Popovic hjá Lovcen, viknaði annars kontanta verjuspælið hjá gestunum heilt nógv.

Og Neistin koyrdi veruliga á. Seinasta korterið ótu teir burtur av leiðsluni hjá gestunum, og bara tveir minuttir undan leikloki stóð á jøvnum. Og tá Neistin so eisini fekk seinasta málið í dystinum mundu teir 500 áskoðararnir lyft takið av høllini. Hetta hendi bara 25 sekund fyri leiklok, og vildi væl til, so kundi Neistin eisini økt upp í tvey mál, tá teir fiskaðu bóltin úr seinasta Lovcen-álopinum. Men tá vóru seinastu sekundini runnin.

 

Fakta um dystin

Neistin-Lovcen 33-32 (14-19)

Lovcen víðari við samanlagt 67-54

Málskjúttar

Neistin: Blagoje Buha 7, Bogi Berg 5, Finnur Hansson 5, Ingi Olsen 5, Jugoslav Djumic 3, Tróndur Kragesteen 3, Áki Mørk 3, Mohr 2

Lovcen: Markovic 6, Mustafic 5, Pejovic 5, Biljak 4, Petricevic 3, Popovic 3, Sevaljevic 3, Anicic 1, Lisicic 1, Popovic 1

Útvísingar: Neistin 3, Lovcen 8