Tey 4 frælsini ( frítt at fara hjá vørum, arbeiðskraft, kapitali og tænastum ) eru í dag annað enn tóm orð. Tey fýra frælsuni hava ført við sær, at harmoniseringar eru gjørdar á arbeiðsmarknaðinum, á útbúgvingarøkinum, á prísstøðinum, á umhvørvispolitikkinum, á lógarøkinum o.s.fr. Alt hetta ger, at møguleikanir hjá ES-borgarum í dag eru nógv betur, enn teir vóru fyri bert fáum árum síðani.
Men ein trupuleiki við ES tykist at vera - er man ikki innanfyri, so er man uttanfyri. Føroyingar hava ikki tosað um ES í 30 ár. Politikarar standa framvegis og tosa um, at vit í Norðuri eiga at standa saman, mótvegis tí korrupta samveldinum fyri sunnan, um at verja fisk og søguligu rættindi okkara. Tað ljóðar framvegis, sum um vit veruliga halda, at heimurin ikki fer at broytast alt meira. Eisini ETFA londini nærkast ES í hvørjum. Veljarakanningar í Noregi geva ja-síðuni 2/3 av stemmunum, um val var í dag. Íslendingar bíða eftir Noregi. Hvar standa føroyingar so?
Tá ið eg sigi, at føroyingar ikki hava tjakast um ES í 30 ár, so eru sjálvandi nøkur undantøk. Føroying-ar hava fingið ein handilssáttmála við ES, sum er fiskivinnuni at gangni. Harumframt eru vit limir í politisamstarvinum, sum er lógarfest í Schengensamstarvinum. Hetta skal styrkja Innara Marknaðin ímóti skipaðum kriminaliteti og tryggja tey uttaru landamørkini í Europa ímóti ólógligum tilflytarum, rúsevnum o.ø.
Eitt sindur av tjaki hevur tikið seg upp í bløðunum í seinastuni; tað er fyri neyðini. Dimmalætting hevur viðgjørt ES spurningin, og greininar, sum hava verið í blaðnum, hava verið rættuliga áhugaverdar.
3. januar 2003 hevði Dimma eina samrøðu við Hans Johannus á Brúgv. Hann hevði nakrar hugleiðingar um fiskivinnu í ES og umrøddi møguligan føroyskan limaskap. 5. februar 2003 svarar Sofus Olsen, fyrrv. formaður í búðskaparráðnum uppá tær viðmerkingar, sum H.J.á Brúgv hevði. Hann nevndi nøkur dømi um fiskivinnu, millum annað avleiðingarnar av at Brussel fór at reka fiskivinnupolitikk teirra vegna. Men, sum Sofus Olsen eisini vísir á, so kunnu Føroyar ikki gerast limir í ES, so leingið ríkisrættarliga støðan sær út, sum hon ger i dag. So einfalt er tað. Men tað sum gongur aftur í orðaskiftinum er óvissan, óvissan um, hvørjir valmøguleikarnir hjá føroyingum eru. Skulu vit bara sita hendur í favn?
Fyri kortum vóru eisini tvær samrøður, við Óla Samró, at lesa í Dimmu. Óli Samró fannst at miðsavningini av fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Hann vísti á, at tann fiskivinnupolitikkur, sum í løtuni verður førdur, ikki er grundaður á marknaðartreytir; men eins og landbúnaðarpolitkkurin, verður fiskivinnupolitikkurin grundaður á stuðul. Marknaðarkreftirnar eru í veruleikanum sleptar uppá fjall. Tað er eisini rætt. Fiskivinnu- og landbúnaðarpolitikkurin hjá ES er ein peruvellingur av ymsum lógum, stuðulsskipanum, útjarðaráhugamálum o.s.fr. Men føroyingar eiga heldur ikki at avgeva rættindi síni á fiskivinnuøkinum til ES. Vit áttu at lagt upp til eitt tættari samstarv, soleiðis at vit ikki verða mett sum eitt 3.land í ES høpi. Tað vildi í síðsta enda verið útflutningsvinnuni, fólki og landi at gagni.
Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, legði 29. novembur 2002 uppskot á ting, um at heita á Føroya Landstýrið at bera soleiðis í bandi, at eitt veruligt tjak kom á ting. Einasta sum spurdist burturúr, var at Uttanlandsnevndin bleiv samd um, at lata ES spurningin standa til, og hareftir fall málið í løgtinginum.
Spurningarnir eru nógvir, um hvussu vit kundu fingið eitt tættari samstarv við ES. Møguliga kundu vit fingið eina assosieringsavtalu, eins og tær ES hevur við óheft lond, hjálond og landspartar í Europa. Vit kundu eisini kanna møguleikan fyri einum veruligum fríhandilssáttmála, eins og tann tey síðstu EFTA-londini hava. Men tá ið ongin opnar fyri tjakinum á hægsta politiska støði, so er ringt at fáa vissu fyri nøkum sum helst.
Vit eru noydd at hava eitt munagott tjak, soleiðis at vit vita, hvat framtíðin kann bjóða eini tjóð uttanfyri ES. Hvat um nú danir í 2004 siga ja til evruna og gjaldoyrasamstarvið hjá ES. Hvar standa føroyingar tá? Vit kunnu ikki tiga ES burtur. ES koyrir á skinnarum, ímeðan føroyingar bíða og bíða.
Vita vit ikki, hvat vit vilja - vita vit heldur ikki, hvar vit enda!