Europearar ikki nøgdir við ES

Ein nýggj meiningakanning, sum er gjørd í seks ES-londum, vísir, at flestu europearar ikki eru serliga væl nøgdir við ES.

Ein meiriluti av teimum spurdu í Fraklandi, Bretlandi, Týsklandi, Danmark, Polandi og Hollandi halda, at nú er menningin av ES á skeivari kós.

Næstan tveir av trimum fraklendingum, 62 prosent, halda ES flyta seg skeiva vegin, vísir kanningin, sum Gallup hevur gjørt.

Millum bretar telja tey 56 prosent, sum eru misnøgd við gongdina í ES og kósina hjá europeiska samveldinum, vísir kanningin.