Tað skrivar MFS í tíðindaskrivi: Á nevndarfundi hjá European Students Union hin 23-25 November 2023 í Tallinn, Estlandi, fundaðust lestrarfeløg úr øllum Evropa um hægri undirvísing. Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS), sum nýligani hevur fingið fullan limaskap, var við á fundinum. Kjakast var um lestrarumhvørvi í Føroyum og hvussu tað kann mennast. Serliga var dentur lagdur á sálarheilsu hjá ungum í Føroyum og í tí sambandi hevur ESU útgivið eina yvirlýsing um sálarheilsu sum kann síggjast her: esu-online.org/policies/bm85-resolution-on-mental-health-services-in-the-faroe- islands/
Hvat er European Students Union (ESU)?
ESU er eitt meginfelag fyri lesandi í Evropa við 45 landsfevnandi lestrarfeløgum úr 40 ymiskum londum, ið samanlagt umboða umleið 20 milliónir lesandi. Felagið bleiv stovnað í 1982 við endamálinum at umboða og tala fyri útbúgvingarligum, samfelagsligum, búskaparligum og mentanarligum áhugamálum hjá lesandi á evropeiskum støði rættað ímóti øllum viðkomandi stovnum, serliga Evropasamveldið (ES), Bologna Follow Up Group, Evroparáðið og UNESCO. ESU arbeiðir eitt nú við góðskutrygging av hægri útbúgving, internationalisering og mobilitet, trivnað og sálarheilsu hjá lesandi og starvsfólkum í hægri útbúgvingarstovnum.
ESU er eitt av fáum altjóða meginfeløgum har Føroyar hevur fullan limaskap. Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) fekk fullan limaskap í ESU í 2021 og hevur tískil tvær atkvøður á
ESU nevndarfundinum eins og øll hini londini.
Á nevndarfundinum í Tallin var Magnus við Streym, fyrrverandi forseti í MFS, eisini valdur inní nevndina í ESU, sum er mannað av 10 fólkum. Tískil er Føroyar væl mannað í European