Føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti gav Svøríki ein skarpan gang í European Open í Partille í Göteborg, men tað rakk akkurát ikki til stig.
Føroyar taptu 21-22, og tað kunnu okkara veruliga iðra seg um. Í steðginum vóru Føroyar á odda 14-8, men ein slakur seinni hálvleikur kostaði dýrt.
Í morgin klokkan 12 verður aftur hørð mótstøða. Tá verður Kroatia mótstøðuliðið.
Føroyar hava fýra stig fyri tríggjar dystir.
Málskjúttar: Rúnar Hammer 5, Jákup Egholm 5, Magnus Árason 4, Pauli Rasmussen 4, Lýðar í Dímun 2, Jón Eyðunsson Midjord 1.