European League: Liðini hjá Hákuni og Óla vunnu

Bæði Füchse Berlin og Sävehof hava fult stigatal aftaná tvey umfør í EHF European League

Bæði føroyingaliðini sum kappast í EHF European League vóru í leiki í kvøld.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á útivølli stórsigur 34-22 á bosniska liðnum, Izvidac. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Í seinna hálvleiki fekk heimaliðið ikki eitt bein til jørðina.

 

Füchse Berlin hevur fýra stig aftaná tveir dystir í bólki G.

 

Hákun skoraði trý mál. 

 

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof tóku á heimavølli í Partille ímóti slovenska liðnum, Gorenje í bólki C.

 

Tað eydnaðist Sävehof at knógva ein 36-34 sigur heim. Í steðginum var Sävehof á odda 18-17. 

 

Sävehof hevur fýra stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í bólki C.

 

Óli skoraði eitt mál.