European League: Hákun var næstbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin

Füchse Berlin endaði næstfremst í millumbólki 4

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld í millumbólki 4 í EHF European League.

 

Í Max Schmelling høllini eydnaðist tað Hákuni og liðfeløgunum at vinna 35-31 á Constanta úr Rumenia. Í steðginum var Constanta á odda 19-16, men heimaliðið fekk betri tamarhald á støðuni í seinna hálvleiki.

 

Hákun gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin við fimm málum. Stóri leikarin hjá Füchse Berlin í kvøld var Lars Bredekjær Andersson, ið skoraði heili 15 mál í kvøld.

 

Sporting Lissabon vann í sama bólki 31-27 (15-11) á Dinamo Bukarest á útivølli.

 

Sporting Lissabon vinnur bólkin við 10 stigum. Nummar tvey er Füchse Berlin við átta stigum, nummar trý er Dinamo Bukarest við fýra stigum, og aftast er Constanta við tveimum stigum.

 

Sporting vinnur seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar, meðan Füchse Berlin og Dinamo Bukarest mugu spæla áttandapartsfinalur.

 

Í áttandapartsfinalunum skal Füchse Berlin spæla móti sveisiska liðnum, Kadetten Schaffenhausen.

 

Fyrr í kvøld vunnu Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof 34-28 (17-15) á kroatiska liðnum, Nexe í Partille í dysti í millumbólki 2. Óli skoraði heili 11 mál.

 

HER  ber til at lesa um tað.