EHF European League: Allan og Bjarni skulu til Kroatia

Valur skal spæla tveir undankappingardystir fyri at røkka bólkaspælinum í EHF European League

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali fyrireika seg til eitt spennandi kappingarár, bæði í heimligu íslendsku hondbóltskappingini, og í Evropa.

 

Valur, ið vann European Cup farna kappingarár má spæla tveir undankappingardystir fyri at røkka bólkaspælinum í EHF European League.

 

Valur sum er eitt styrkismett lið skal spæla móti kroatiska liðnum, Bj­el­in Spacva Vin­kovci.

 

Dysturin í Reykjavík verður spældur 31. august ella 1. september. Returdysturin verður leiktur 7. ella 8. september.

 

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í THW Kiel, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof, og Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg Handewitt fara at kappast í bólkaspælinum í EHF European League, og tí hevði tað verið ordiliga stuttligt um Allan og Bjarni saman við liðfeløgunum í Vali eisini kappaðust í bólkaspælinum í EHF European League komandi kappingarár.