European Business Gameí Eysturskúlanum í morgin

Leygardagin 10. apríl 1999 verður føroyska endakappingin í European Business Game. Endakappingin verður hildin i Eysturskúlanum í Tórshavn.

Endamálið við European Business Game er at fáa næmingar á miðnámsskúlunum at stovna eitt virki - gott nokk eitt fiktivt - við støði í einum góðum hugskoti um eina fremleiðslu. Tað er ikki neyðugt, at framleiðslan er ein vanlig vøra, talan kann eisini vera um eina tænastuveiting.

Tey seinasta 2 árini er tað í tí evropeisku endakappingini gingið stak væl hjá teimum føroysku bólkunum. Bæði í 1997 og 1998 vunnu teir. Tí verður við stórum spenningi sæð fram til, hvør fer at vinna endakappingina leygardagin. Vinnarabólkurin fer at luttaka í evropeisku endakappingini, ið verður í Italia í summar.

Í European Business Game skulu næmingarnir ígjøgnum tær somu mannagongdirnar, ein íverksetari skal ígjøgnum, tá ið hann fer undir at stovna egið virki. Næmingarnir fáa í arbeiðnum við EBG-verkætlanini eitt innlit í arbeiðsfortreytirnar hjá vinnulívinum, umframt at teir fáa eitt amboð at arbeiða víðari við í livinum, um teir seinni gerast sjálvstøðug vinnurekandi.

Vinnulívið er miðdeplinum í EBG-verkætlanini, og vinnulívið hevur eisini verið sera beinasamt, tá ið bólkarnir hava vent sær til ymiskar fyritøkur fyri at fáa ráð og vegleiðing. Somuleiðis hava fleiri fyritøkur stuðlað verkætlanini peningarliga, nevniliga Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Norðoya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Tórshavnar Býráð og Atlantic Airways.

Sum nevnt verður EBG endakappingin í Eysturskúlanum í Tórshavn leygardagin 10. apríl 1999, og byrjað verður kl. 10.15.


Skráin fyri endakappingina leygardagin er henda:


EBG endakappingin

10. apríl 1999

Skrá

Byrjað verður kl 10.15

10.15 Leivur Hansen, býráðsformaður, bjóðar vælkomin

10.30 Claus Reistrup, formaður í EBG-stýringarbólkinum, sigur frá skránni

10.45 Framløga av verkætlanunum

12.15 Steðgur. Smurt breyð og sodavatn

Dómararnir fara at døma


12.45 Videoupptøka úr evropeisku endakappingini 1998 í Vejle.

13.30 Vinnarin verður funnin

13.40 Virðislønir verða býttar út

Gávur verða handaðar

14.00 Petur Petersen, aðalstóri, endar kappingina

14.15 Hugnaligt framhald, har luttakararnir fáa høvi til saman at tosa um verkætlanirnar hjá sær