Europavegurin er ikki so langt burtur hjá B36

ÍF megnaði ikki í seinna hálvleiki at umseta góðar møguleikar til mál

B36 ferðalagið riggar nú av í Fløtugerði í Fuglafirði. Í viðførinum eru trý stig, tí B36 vann 3-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

 

ÍF er á veg í næstbestu deildini. Hvussu tað verður hjá B36, fer tíðin at vísa. Sigurin í dag ber við sær, at fjarstøðan fram til NSÍ á fjórða plássi mú er fimm stig. Tað er fjórða plássið, sum teir í B36 vóna at røkka. 15. september fer B36 at spæla á heimavølli ímóti NSÍ. Úrslitið í tí dystinum fer at hava stóran týdning fyri, um tað verður B36 ella NSÍ, sum fer at enda á fjórða plássi.

 

Í dag var B36 greitt omaná í Fløtugerði. Serliga var tað fyrra partin av fyrra hálvleiki, at árstalsfelagið legði heimaliðið undir trýst. ÍF vardi heilt aftarlaga, og tí var tað torført hjá heimaliðnum at vinna seg í álopsstøðu.

 

B36 fekk bara eitt mál úr stóru yvirvágini í fyrra hálvleiki. Tað skoraði miðvallarin Anton Søjberg í 8. minutti, tá ið hann úr vinstru setti bóltin í handara síðunetið. Uppspælið átti Hannes Agnarsson, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu.

 

Beinanvegin eftir steðgin hevði ÍF heilt stóran møguleika at javna, men Rúnar C. Johnsson, sum var komin innum málverjan, sendi úr spískum bóltin skeivu megin nærra stólpan.

 

Og so gekk bara ein lítil løta, áðrenn B36 økti um munin til 2-0. Málskjútti úr høgru var Hannes Agnarsson eftir upplegg frá liðformanninum Jann J. Benjaminsen. Hetta var fjórða málið hjá Hannesi í ár.

 

Stóri veikleikin hjá B36 í ár hevur verið verjuspælið, og ÍF hevur havt ógvuliga trupult at umseta málmøguleikar til mál. Soleiðis var tað eisini í dag. ÍF hevði fleiri góðar møguleikar at minka um munin, men tað eydnaðist ikki. Eitt nú var Silas Gaard leysur í høgru eftir diagonalsending úr vinstru, men hann sendi bóltin skeivu megin handara stólpan, og fimm minuttir undan leikloki hevði innskifti Jákup Andrias Thomsen stóran møguleika, uttan at tað eydnaðist at skora.

 

Tríggjar minuttir undan leikloki staðfesti Anton Søjberg 3-0 sigurin og varð harvið tvífaldur málskjútti. Hann hevur skorað seks mál og er næstbesti B36 málskjúttin. Marius Kryger Lindh, sum í dag varð skiftur inn, er toppskjútti við sjey málum. Tað er hann saman við Zean Dalügge, sum ikki var á B36 listanum í dag.

 

 

 

ÍF – B36 0-3 (0-1)

 

0-1: Anton Søjberg

 

0-2: Hannes Agnarsson

 

0-3: Anton Søjberg

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Símun Kalsø, Bogi Reinert-Petersen, Peter S. Ullum, Karl Løkin, Gundur E. Petersen – Jóhann J. Højbro, Bogi Reinert-Petersen, Ruben Møller-Nielsen,  Peter Meinhard Lundsbjerg – Rúnar C. Johnsson, Silas Gaard

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Vilmer J. Rønnberg, Mattias J. Hellisdal ,Magnus Egilsson – Jann J. Benjaminsen, Jelle van der Heyden, Anton Søjberg, Fabian  Ness – Hannes Agnarsson, Gutti Dahl-Olsen, Bjarki C. Nielsen