Europa upp á spæl

EB/Streymur stríðist fyri altjóða avbjóðingini, sum Víkingur hevur tryggjað sær rætt at luttaka í

EB/Streymur hevur nógvu tey seinastu árini umboðað Føroyar í europeisku kappingunum. Fyrr í summar tapti EB/Streymur steypafinaluna ímóti Víkingi, sum við steypasigrinum tryggjaði sær rættin at spæla í Europa næsta summar.

Næstsíðsta leygardag kendist tað mest sum um, at EB/Streymur vann eitt stig heldur enn at liðið tapti tvey stig í Klaksvík, har tað síðstu løtuna eydnaðist at venda 1-3 til 3-3. At tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku ber við sær, at europeiska plássið ikki er so trygt nú. Tí ræður um hjá EB/Streymi at vinna á heimavølli ímóti Víkingi. Tá ið liðini 15. juni hittust í Steymnesi var úrslitið málleysur javnleikur.

Hjá EB/Streymi er Pætur Dam Jacobsen tøkur aftur eftir leikbann, og hesa ferð verður Arnbjørn Hansen á beinkinum. Egil á Bø vikarieraði í miðverjuni, nú Pætur Dam Jacobsen var leikbannaður Tað var vorðið sum vikarur. Serliga var tað í álopspartinum, at Egil gjørdi um seg. Hann legði upp til málið, tá ið EB/Streymur minkaði um munin, og hann stútaði 3-3 málið í kassan.

Hjá Víkingi eru Kaj Leo í Bartalssstovu og Hans Jørgen Djurhuus tøkir aftur eftir leikbann.

Hóast Sigfríður Clementsen ætlaði tað øðrvísi, so siga tølini, at tað ikki hevur skorist væl hjá Víkingi, síðani 2-0 sigurin á EB/Streymi í steypafinaluni, sum var leygardagin 24. august. Síðsta sunnudag eydnaðist tað at vinna grannauppgerðina á ÍF 2-1. Millum sigurin í steypafinaluni og síðsta sunnudag spældi Víkingur tríggjar ferðir uttan at vinna úrtøku – 2-4 ímóti NSÍ, 2-3 ímóti B36, og 0-2 ímóti AB. Í hesum sama tíðarbilinum vann Víkingur 1-0 í útsettum dysti í Sørvági.

EB/Streymur-Víkingur: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00.