Búskaparligar kreppur hava ofta við sær, at veljarafjøldin velur víðgongdar flokkar ella víðgongdar politiskar rørslur. Fyri valið leygardagin til Europatingið vóru tekin, sum bendu á, at røringur var komin í europisku veljarafjøldina, og at rákið var til høgru. Valúrslitini, sum í morgun eru kunngjørd um alt ES vísa eina markanta høgrasnaring í Europa. Hóast henda høgrasnaring sum sagt var væntað, so mundu fáur eygleiðari roknað við eini so ógvusligari broyting, sum við hetta val.
Stóri taparin er europeisku sosialdemokratisku flokkarnir, sum eru farnir aftur um alt samveldið. Hetta rák hevur rakt sterstakliga meint í Bretlandi og í Týsklandi, har verulig skrædl vóru. Bretski Labour leiðarin Gordon Brown, sum frammanundan var illa fyri av innanflokstrupulleikum og einum sera vánaligum kommunuvali, er nú púra eyðmýktur, og flestu eygleiðarar halda, at dagar hansara sum Labour leiðari eru taldir.
Úrslitið av valinum til Europatingið gevur stóran borgarligan meiriluta í nýggja Europatinginum, men hetta gevur ikki í sjálvum sær teimum borgarligu arbeiðsfrið til at reka høgrapolitikk. Hetta kemst av, at nógv av teimum mest høgravendu, sum nú eru valdir á Europating eru ES mótstøðufólk. Hesi eru fólk við viðgongdum nationlistiskum sjónarmiðum og tískil fólk, sum meta ES sum eina hóttan móti tjóðskaparligum áhugamálum í egnum landi. Afturat hesum kemur, at somu bólkar eru fíggindaliga sinnaðir mótvegis innflytarum og ímóti muslimska heiminum sum heild. ES, sum hevur siðvenju fyri einum libaralum og opnum innflytarapolitikki fær uttan iva stórar trupulleikar á hesum øki, og spenningurin millum ES og víðgongdu partarnar av muslimska heiminum fer tí at vaksa. Samantikið er nýggi borgarligi meirilutin á Europatingi ein politisk skurvblanding, sum fer at hava sera trupult við at semjast innanhýsis, og Europatingið verður tískil ein spegilsmynd av tí politiska ruðuleika, sum hesa tíð valdar í flestum europeiskum lóggávutingum.
Sostatt er talan um eina trupla støðu, sum ikki fer at gera samstarvið í Europa lættari ella meira úrslitaríkt. Hetta meta flestu eygleiðarar mikið spell at vera, tí tann herviliga búskaparkreppa, sum leikar á, krevur eitt ES, sum kann fáa bast kreppuni. Hetta krevur breiðar semjur um víðfevnandi fíggjarpolitisk og búskaparpolitisk tiltøk, sum bert kunnu verða framd í felag og í breiðum politiskum semjum. Valúrslitið boðar ikki frá góðum í so máta, og útlitini fyri felagseuropeiskum kreppuátøkum eru munandi versnað eftir valúrslitið, sum av góðum grundum hevur skelkað sosialdemokratar, sosialistar og grønar flokkar um alt Europa. Tað, sum ger valúrslitið dapurt fyri mangar europearar, er, at úrslitið bendir á vaksandi fremmandahatur millum manna um alt Europa. Hatsku tónarnir minna um nakað, sum vit áður hava upplivað í Europa, og sum ikki má koma aftur. Livst so spyrst.