Klokkan 15 verður fyrsta bríksl við Løkina í Runavík, har NSÍ, sum er á triðja plássi, fær vitjan av KÍ, sum er næstfremst.
NSÍ hevur mist møguleikan at vinna FM fyri fyrstu ferð síðani 2007. KÍ møguleikin at endurvinna FM er, at klaksvíkingar vinna fulla úrtøku í dag og mikukvøldið ímóti AB, samstundis, sum teir vóna, at HB ikki vinnur fulla úrtøku ímóti TB ídag.
Um alt hetta gongur upp hjá klaksvíkingum, so verður FM finala ímóti HB í Klaksvík leygardagin.
Men í dag snýr tað seg um at vinna silvurkrónurnar og harvið rættin at spæla í Europa næsta summar.
Nú Allan K. Jepsen fyri fyrstu ferð hevur ábyrgdina fyri NSÍ liðnum á heimavølli, rakar tað ógvuliga meint, at Petur Knudsen, sum er eitt tað besta boðið at verða ársins spælari, er leikbannaður.
Bárður J. Hansen (knæið) og Salmundur Bech (vøddaskaddur) eru ikki tøkir.
Hjá KÍ er tað ivasamt, um Ísak Simonsen (fótliðurin) og Patrik Johannesen (fótliðurin) eru førir fyri at spæla ídag.
Tá ið NSÍ var í Klaksvík á norðoyastevnu, endaði tað 1-1 - KÍ javnaði í síðstu løtu.
Tá ið KÍ var í Runavík í ólavsøkuu,mfarinuym, fóru klaksvíkingar norður aftur við 2-0 sigri.