Tað er lítið sannlíkt, at støðutalvan verður serliga nógv broytt frá tí, sum hon sær út nú, og til sum hon fer at síggja út leygardagin 3. oktober, tá ið síðsta bríksl hevur verið í 27. umfari.
Tveir týdningarmiklir spurningar bíða eftir at verða formliga svaraðir. Annar er, um tað verður AB ella FC Suðuroy, ið fer at flyta niður. Hin er, um tað verður KÍ ella HB, sum skal vinna síðsta europeiska atgongumerkið.
Eftir 24 umfør er FC Suðuroy á veg úr bestu deildini, og HB hevur kós í europeisku kappingina.
HB formaðurin, Finnbogi Arge, segði í vikuni við in.fo, at spurningurin um europeisku luttøkuna skal svarast, áðrenn felagið fer at skriva undir sáttmálar fyri næsta kappingarár. Mikukvøldið varð sáttmáli undirskrivaður við 18 ára gamla Bartal Wardum. Hann er ein av ungu spælarunum, sum tað í øðrum feløgum er áhugi fyri. Tí hevur HB tryggjað sær, at hann heldur fram í felagnum, og at hann ikki verður at síggja í øðrum felag. Eitt nú hevði tað kenst meint, um hann næsta kappingarár var í B36!
Mikukvøldið skrivaðu Sámal Erik Hentze og Víkingur undir sáttmála, sum ber við sær, at Sámal Erik verður Víkinga venjari í 2016. Tað var ikki gamalt, at ein venjari, sum hevur ábyrgdina av einum liði í tríggjar dystir aftrat, varð almannakunngjørdur í einum øðrum felag. Soleiðis er tað nú, hóast AB framvegis stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað eru nýggjar tíðir.
25. umfar
TB-NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
AB-ÍF: Alex Troleis kl. 15.00
HB-EB/Streymur: Petur Reinert kl. 15.00
Víkingur-FC Suðuroy kl. 15.00
KÍ-B36: Páll Augustinussen kl. 15.00
Støðan undan 25. umfari
B36 57
NSÍ 47
Víkingur 44
HB 37
KÍ 35
ÍF 26
TB 24
AB 22
FC Suðuroy 19
EB/Streymur 10