Europa missir ferðafólk

Fólk ferðast í minni mun til Europa eftir yvirgangsatsóknir og flóttafólkakreppu

Yvirgangsatsóknir í eitt nú Brússel, París og Nice og flóttafólkakreppan hava havt við sær niðurgongd í talinum á ferðafólkum í Europa.

Eitt nú merkist tað, at amerikanska uttanríkisráðið eitt skifti eftir yvirgangsálopið í Brússel í mai mánaði, ávaraði fólk um at ferðast til Europa. Hóast hendan ávaringin er tikin aftur, er talið á amerikanskum ferðafólkum í Europa framvegis lægri, enn tað hevur verið seinastu árini.

Amerikanska ferðaheimasíðan CNTraveler skrivar, at nógvir amerikanarar halda, at Europa hevur ein trygdartrupulleika, og tí ferðast amerikarnarar í minni mun í Europa nú.

Europeiska Ferðavinnunevndin roynir nú at broyta fatanina hjá amerikanarum av Europa sum ferðavinnuøki. Forsetin í Ferðavinnunevndini hevur verið á sjarmuferð í New York, og hansara boð til amerikanarar eru, at tað er trygt at ferðast í Europa.

- At ferðast snýr seg ikki bert um at liggja á einari strond. Tað er ein skeiv gongd, um vit gevast at ferðast og skifta um sjónarmið, sigur Peter De Wilde sambært CNTraveler.