Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir KÍ fyrra Play Off dystin í Europa League móti Sheriff Tiraspol úr Moldova (Transnistria).
Samlaði vinnarin av uppgerðini vinnur seg í bólkaspælið í Europa League. Taparin skal spæla í bólkaspælinum í Europa Conference League.
HER ber til at keypa atgongumerki til dystin.
17 altjóða veddingarfyritøkur hella til ein sigur til Sheriff Tiraspol, men talan er ikki um eina stóra favorittstøðu. Talan er um eina minni favorittstøðu enn favorittstøðurnar Ferancvaros, Häcken og Molde høvdu undan dystunum móti KÍ við Djúpumýru og á Tórsvølli í Champions League undankappingini.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 3,20 og 3,61. Tað er væl lægri enn oddsini KÍ hevði í heimadystunum móti Ferancvaros, Häcken og Molde.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,40.
Oddsini upp á útisigur til Sheriff Tiraspol liggja millum 2,05 og 2,16.
HER eru oddsini:
##med2##












