Petrolul Ploiesti Víkingur 3-0 (1-0)
Víkingur fekk tað júst so trupult sum roknast kundi við, tá liðið í kvøld spældi dyst í øðrum innleiðandi umfari til Europa League. Ikki tí, úrslitið, 3-0 er ikki heilt so galið, tá talan er um eitt lið úr Rumenia, sum føroyska landsliðið mangan hevur havt stórar trupulleikar av, men kortini var eingin ivi um úrsliitið.
Mótstøðuliðið er úr býnum Ploiesti, sum liggur um 60 kilometrar norðanfyri høvuðstaðin Bukarest. Petrolul endaði í fjør á triðja plássi við 62 stigum, 17 stig aftanfyri meistararnar úr Steaua úr Bukarest og bara eitt stig aftanfyri Pandurii. Venjari hjá felagnum er fyrrverandi rumenski landsliðsleikarin, Cosmin Contra, sum í síni tíð m.a. spældi fyri Milan og Atletico Madrid, og sum umboðaði rumenska landsliðið 73 ferðir.
Rumenskur fótbóltur er rættiliga tekniskur og tað gongur skjótt fyri seg, og tað er kanska ikki akkurát tað, sum stendur best til Víking. Tá tað er sagt, skal so leggjast afturat, at Víkingur vardi væl, um enn liðið var undir stórum trýsti allan dystin á tamb.
Í steðginum var støðan bara 1-0 til vertirnar, og tað málið kom, tá slakir 26 minuttir vóru spældir. Ein frálík hornasparkskombinatión úr vinstru síðu, varð send yvir í hin partin av brotsteiginum, haðani bólturin var spældur yvirum aftur, har Pablo De Lucas við einum fløtum skoti, sum fór millum vinir og fíggindar inn um Geza Turi í málinum.
Næsta málið eigur Sigfríður Clementsen ikki at vera nøgdur við. Gheorghe Grozav meira ella minni trýsti seg ígjøgnum alla verjuna hjá Víkingi, og slapp enntá at takla bóltin inn um Geza Turi til 2-0. Slakar 20 minuttir seinni økti sami Gheorghe Grozav til 3-0, tá hann í stríði við veir verjuspælarar hjá Víkingi slapp at skalla eina høga avlevering í máli til 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Tað er eingin ivi um, at úrlsitið var rættvíst, tí vertirnir vóru munandi betri enn gestirnir. Víkingur stríddist væl og manniliga, men hevði øgiliga lítið at bjóða uppá í álopinum.
Nú er so heimadysturin eftir, men eftir at hava sæð henda dystin er lítið sum bendir á, at Víkingur kann gera nakað við rumensku bronsuvinnararnar frá í fjør.
Petrolul Ploiesti Víkingur 3-0 (1-0)
26.: 1-0 Pablo De Lucas
49.: 2-0 Gheorghe Grozav
67.: 3-0 Gheorghe Grozav.
Petrolul: Pecanha - Guilherme, Achim, Teixiera (62.: Enza-Yamissi), Geraldo Alves (82.: Naziri), Boudjemaa, Hoban, De Lucas, Moustivar (71.: Romário), Grozav, Younes.
Óbrúktir eykaleikarar: Bornescu, Grecu, Morar
Venjari: Cosmin Contra
Víkingur: Geza Turi - Dánjal P. Lervig, Bárður Hansen, Erling Jacobsen, Sam Jacobsen, Jann Ingi Petersen (90.: Hjartvard Hansen), Sølvi Vatnhamar, Hanus Jacobsen (75.: Kaj Leo í Bartalsstovu), Hans Jørgen Djurhuus (90.: Ingi Sørensen), Filip Djordjevic, Finnur Justinussen.
Óbrúktir eykaleikarar: Elias Rasmussen, Martin Olsen, Heðin Hansen, Per Gregersen.
Venjari: Sigfríður Clementsen
Gult kort: Younes
Dómarar: Marios Panayi, Athinodoros Ioannou, Georgis Papathomas, Antonis Christodoulou.









