Tað er full leiksrká í Europa League kappingini við heilum 63 dystum.
Ein bretsk uppgerð er millum annað á skránni millum SPL-liðið, Hearts of Midlothian og Tottenham Hotspur. Fyrri dysturin verður leiktur heima hjá Hearts í Edenborough.
Onnur bretsk lið í dysti í kvøld eru enska Stoke, sum spælirf á útivølli móti Thun, Fulham er á heimavølli móti Dnipro Dpetrovsk, Birmingham er á útivølli móti Nacional, og tað sama er Glascow Rangers móti NK Maribor, meðan Celtic spælir heima móti Sion.
Einasta danska lið við í kappingini enn, er Nordsjælland, sum hevur fyrra dystin heima í Farum móti Sporting Lisbon.
TV3+ vísir danarnar móti portugisarunum, dysturin byrjar klokkan 19.45, og Eurosport vísir bretska brakið, sum byrjar somu tíð.










