Sigfríður Clementsen hevur sett liðið hjá Víkingi til dystin í kvøld í Europa Legaue móti rumenska FC Petrolul Piolest.
Víkingur tapti fyrra dystin í Rumenia 3-0. Hóast uppgávan sær møtimikil út, so hevur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, góðar vónir, men ásannar at mótstøðu liðið avgerð hvat fyri dyst vit koma at síggja í kvøld.
- Tað er upp til teir hvussu dysturin verður í kvøld. Liðið sum vit møta er sterkt og fara vit ov langt fram á vøllin, so koma vit í trupulleikar. Men halda vit okkum til spæliætlanina, liggur hetta liðið væl til okkum og møguleiki er fyri at fara longur fram á vøllin seinni í dystinum, sigur Sigfríður Clementsen við in.fo í dag.
Filip Djordjevic og Hans Jørgen Djurhuus eru ikki við frá byrjan í kvøld. Á miðvøllinum verða bæði Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar við frá byrjan.
- Tað eru nakrar spælarar, sum hava brúk fyri hvíld. Filip og Hans Jørgen hava spælt nógv í seinastuni. Vit hava eisini brúk fyri teimum til dystin móti TB. Viðvíkjandi Sam og Sølva so er tað eisini fyri at síggja hvørjum standi teir eru í, sigur Sigfríður.
Víkingur skal ólavsøkudag spæla móti TB í Effodeildini. Dysturin millum Víking og FC petrolul Piolesti verður í kvøld klokkan 19.00 á Svangaskarði á Toftum.
Liðið til dystin í kvøld sær soleiðis út:
(4-3-3) Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen – Kaj Leo Í Bartalsstovu, Hanus Jacobsen og Finnur Justinussen.