Í kvøld verður Europa League finalan millum Chelsea og Arsenal. Hon verður spæld á olympiska leikvøllinum í Baku í Aserbadjan. Staðsetingin hevur verið fyri nógvum atfinningum, tí tað er so torført at ferðast til Aserbadjan.
Tað eru eisini aðrar avbjóðingar. Politiskur ófriður er millum Arserbadjan og grannatjóðina Armenia. Tað hevur havt við sær, at armenski spælarin hjá Arsenal, Henrikh Mkhitaryan, ikki er við. UEFA játtaði at tryggja verju, men Arsenal metti at hetta var meiri til ampa enn til gang, at Henrikh Mkhitaryan kom við, tí trygdin hevði verið har eftir.
Stóri spurningurin í Arsenal er, um 37 ára gamli Petr Cech spælir frá byrjan. Hann hevur boðað frá, at hetta er hansara seinasti dystur. Hitt boðið er Bernd Leno. Ein annar spurningur er hvørja spælskipan venjarin, Unai Emry, velur.
##med2##
Chelsea hevur fleiri skaðar at dragast við. Antonio Rudiger, Ruben Loftus-Cheek og Callum Hudson-Odoi eru allir skaddir, meðan tað er ivasamt um franski heimsmeistarin, N'Golo Kante, verður klárur til at spæla.
Hetta merkir helst, at danski miðverjin Andreas Christensen byrjar. Bretskir miðlar skriva eisini, at hetta helst er seinasti dysturin hjá Eden Hazard í Chelsea. Hann skal eitast at skifta til Real Madrid.
Trýstið er á Arsenal, sum endaði á fimta plássi í Premier League, meðan Chelsea longu hevur tryggjað sær luttøku í Champions League komandi kappingarár. Tapur Arsenal, so er tað aftur eitt ár við Europa League fótbólti. Veddingarfyritøkurnar hava Chelsea sum favoritt.