Í kvøld verður finalan í Europa League. Finalan verður millum verandi Europa League vinnararnar úr spanska Sevilla, og ukreinska Dnipro.
Sevilla vann Europa League í fjør, tá teir vinnu á Benfica í finaluni. Í ár er mótstøðuiðið Dnipro, sum ikki hevur spælt ein tann einasta heimadyst í hesi Europa League kappingini. Tað er orsaka av borgarakrígginum í Ukraina í løtuni.
Hóast finalan verður spælt í Póllandi, sum deilir landamark við Ukraina, so verður ikki roknað við nógvum Dnipro viðhaldsfólkum á pólska tjóðarleikvøllinum. Orsøkin er aftur borgarakríggi.
Sevilla er favorittur undan finaluni, sum gevur eitt pláss í Champions League kappingini komandi kappingarár. Mett verður, at spanska liðið kemur at hava nógv nógv, men at Dnipro í Yevhen Konoplyanka hevur eitt gott vápn í mótálopinum. Yevhen Konoplyanka hevur verið settur í samband feløg sum Liverpool, Tottenham og Everton.
Sevilla kann seta mett
Endurvinnur Sevilla Europa League steypið í ár, so er tað fjórðu ferð, at Sevilla vinnur Europa League, sum eisini hevur havt hitið UEFA Cup. Tað er eina ferð meiri enn Juventus, Liverpool og Inter Milan, sum hava vunnið kappingina tríggjar ferðir.
Sevilla vann kappingina undir leiðslu av Juanda Ramos í 2006 og 2007. Venjari í ár Unai Emery, sum fyrr hevur roynt seg sum venjara hjá Valencia.
Finalan verður í kvøld klokkan 19.45.









