Europa League dagur í dag

Europa League: Víkingur, HB og NSÍ spæla í dag

Í dag verður stórur Europa League dagur fyri tey trý føroysku liðini, ið hava vunnið sær luttøku frá í fjør.

 

NSÍ spælir á Toftum móti Shakhtyor Soligorsk úr Hvítarusslandi, meðan bæði Víkingur og HB eru á útivølli í 1. umfari í Europa League.

 

Víkingur er í Lettlandi, har mótstøðan er Ventpils, meðan HB er í Estlandi, har mótstøðan er Levadia Tallin. In.fo fylgir gongdini í øllum dystunum. Í leypi av degnum koma eisini upptaktir til dystirnar.

 

Europa League 1. umfar:

Ventpils – Víkingur (16.00)

Levadia Tallin – HB (17.00)

NSÍ - Shakhtyor Soligorsk (19.00)