Tað verður ein finsk dómarakvartett, ið skal døma fyrra dystin í Europa League uppgerðini millum B36 og Saint Joseph´s úr Gibraltar sum verður spældur á ovara vølli í Gundadali. Dysturin verður spældur hóskvøldið klokkan 19. Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1.
Jari Järvinen eitur 37 ára gamli høvuðsdómarin úr Finnlandi.
Meðan vit rættiliga ofta uppliva, at altjóða óroyndir dómarar døma evropeiskar dystir hjá føroysku felagsliðunum, so kunnu vit ikki siga hetta um Jari Järvinen, ið hevur rættiliga nógvar royndir sum dómari.
Jari Järvinen hevur dømt í bestu finsku fótbóltsdeildini síðani 2010, og hann hevur verið FIFA-dómari síðani 2012.
Jari Järvinen hevur dømt 151 dystir í bestu finsku fótbóltsdeildini. Seks ferðir áður hevur Jari Järvinen dømt dystir í Europa League undankappingini, og hann hevur eisini dømt átta dystir í UEFA Youth League. Haraftrat hevur Jari Järvinen dømt U21, U19 og U17 undankappingardystir.
Og Jari Järvinen er ikki ókendur við at døma í Føroyum. Sum partur norðurlendska dómarasamstarvinum dømdi Jari Järvinen dystin í bestu deildini hjá monnum millum EB/Streym og AB, ið var spældur við Margáir 29. august í 2010. EB/Streymur vann 6-0, í steðginum var EB/Streymur á odda 2-0. Arnbjørn Hansen skoraði fimm mál. Jari Järvinen gav AB fýra gul kort, og hann gav EB/Streymi tvey gul kort í dystinum.
Nú skal Jari Järvinen átta ár seinni aftur døma ein dyst í Føroyum. Hesaferð millum B36 og Saint Joseph´s úr Gibraltar í Europa League.