Europa er málið

Runavíkingar eru nøgdir við, at teir í løtuni liggja til eitt pláss í europeisku kappingunum næsta ár, men hava einki ímóti at koma longur upp á talvuni

Framvegis stendur byrjanin í kappingarárinum í fjør klár í minninum hjá teimum í Runavík, tí eftir fyrstu fýra dystirnar hevði NSÍ bara fingið eitt stig, men so kom afturfyri ein long sigursrøð, ið taldi níggju dystir á rað. Og einki lið var oddalið í fleiri umfør enn NSÍ í fjør, sum tó endaði við bronsu.
– Byrjanin í fjør var ræðulig, men um vit samanbera, so kunnu vit ikki siga annað, enn at byrjanin í ár hevur verið í lagi. Eg eri ið hvussu er nøgdur við tað, vit hava fingið burturúr higartil, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, ið sum vanligt er rættiliga varin við orðunum.
– Vit liggja á einum fjórða plássi, sum gevur atgongd til europeiskar dystir, og tað er líkasum tað, vit í øllum førum vilja fáa burturúr. Men kunnu vit slepppa longur upp eftir stigatalvuni, er tað ikki verri.
Venjarin hjá NSÍ ásannar, at liðini framman fyri eru væl fyri, men kortini sær hann tað ikki sum eina ómøguliga uppgávu at vinna seg longur fram.
– At B36 og Víkingur eru øgiliga væl fyri, hava vit sæð í fyrru hálvu, og EB/Streymur er eisini væl á veg. Skulu vit fáa fatur í hesum liðunum, so skal gongdin vera øgiliga góð í restini av kappingini. Men eg haldi allíkavæl ikki, at tað er ógjørligt, sigur Pauli Poulsen.
– Vit hava neyvan tann breiðasta hópin, men slepst undan skaðum og karantenum, kann tað eisini vera ein fyrimunur, tí so hevur tú ofta eitt betur samanspælt lið.

Tilgongd:
Fritleif í Lambanum

Frágongd:
Abdul Razak Ismail
Hugues Namni
Monrad H. Jacobsen
Viggo Hansen