Mikudagin á middegi var lutakast til Europa-Cup. Trý føroysk lið vóru við í lutakastinum, HB, KÍ og B36.
HB spælir í fyrsta undanumfarinum til Champions Leauge, og teir skulu spæla móti finska liðnum FC Haka. Dystirnir verða 14. og 21. juli, og HB skal spæla úti fyrst.
KÍ og B36 spæla við í undanumfarinum til UEFA-Cup. KÍ skal spæla móti Grazer AK úr Eysturríki, meðan B36 heilt greitt fekk tað mest óhepna føroyska lutakastið; teir skulu spæla móti Ankaragücü úr Turkalandi. KÍ dróg heimavøll fyrst, meðan B36 skal spæla úti fyrst.
Dystirnir hjá KÍ og B36 verða ávíkavist 14. og 28. august.