Hóðast frælsur ítróttur er ein einstaklinga ítróttur, so eru tað eisini liðkappingar. Og tann ultimativa heiðurin eitt lið kann vinna, er tá landsliðið vinnur World Cup. Fyrsta stig á hesari leið fyri Europeisk lið er at vinna Europa Cup sum er at roknað sum europameistara heitið.
Kappingin í Europa Cup er skipað í deildir, har kappingin i lægru deildunum er um flyta upp í bestu deild, meðan vinnarnir í bestu deildini sleppa við til "World Cup". Kappingin gongur fyri seg á tann hátt, at hvørt land hevur ein luttakara í hvørjari grein innan frælsa ítróttin. So verða stig givin, soleiðis at eitt fyrsta pláss gevur 8 stig, annað pláss 7 osf inntil nummar átta og aftast fær 1 stig. Tá allar kappingarnar eru lidnar, verður talt saman, og tað landi sum hevur flest stig er vinnari.
Í ár gjørdist Tyskland enn eina ferð vinnari í dystinum um at gerast Europameistari hjá monnum við 113 stigum. Frakland gjørdist nummar tvey við 104 stigum meðan Italia gjørdist nummar trý við 98 stigum. Stóra Bretland endað við 70 stigum á næst aftasta plássi og noyðist tí fyri fyrstu ferð í søguni tað tungu gongd niður í næst bestu deildina.
Hjá kvinnunum var tað enn eina ferð Russland, sum gjørdist vinnari. Tað er einans hent tvær ferðir síðan 1993 at onnur lond enn Russland hava vunnið hesa kapping hjá kvinnunum. Russland fekk 131,5 stig við Polandi á øðrum plássi við 94 stigum. Týsklandið gjørdist nummar trý við 93 stigum.