Mánadagin 6. mars var EU-kommissionerurin, Frits Bolkestein, í Stockholm fyri at tosa við stjórnina um innflutning av tubakki og alkoholi til Svøríki.
Sviar fingu undantaksloyvi, tá teir gjørdust limir í EU í 1995 og gongur hetta út 30. juni. Enn er eingin umsøkn komin frá Svøríki um at leingja undantaksloyvið, og Bolkestein er heldur ikki sinnaður at leingja tað.
Svenska undantakid
EU loyvir innflutningi av alkoholi og tubakki frá øðrum limalandi, so leingi tað er til privata nýtslu. Hetta er eingin dropanøgd. Tú hevur rætt til at innflyta 800 sigarettir, 110 litrar av øli, 90 litrar av víni, 20 litrar av heitvíni og 10 litrar av spiritusi. Skalt tú skipa fyri brúdleypi ella størru veitslu, hevur tú rætt at innflyta størri nøgd. Alt hetta kann innflytast uttan mun til, hvussu leingi tú hevur verið uttanlands.
Svøríki loyvir innflutningi av 300 sigarettum, 15 litrum av øli, 5 litrum av víni, 3 litrum av heitvíni og einum litri av spiritus.
Sigarettir og rúsdrekkavørur eru munandi bíligari í hinum EU-londunum orsaka av einum lægri avgjaldi. Hvørt land í EU ásetur avgjaldið, tó ásetur EU minst loyvda markið. Helvtin av EU-londunum hava ongan skatt á víni, meðan Svøríki leggur 27 kr. á hvønn litur av víni. Á ølið leggja tey flestu limalondini 16 oyru á liturin fyri 5% øl. 16 oyru er mista avgjaldið. Svøríki leggur 1,47 kr. á liturin.
EU ? ein marknaður
Bolkestein hevur fyrst og fremst vitjað í Stockholm fyri at greiða svium frá týdninginum av, at reglarnar fyri innara marknaðin í EU verða fylgdar.
Eitt er at lond fáa undantaksloyvi, tá tey gerast limir, annað er at bygnaðurin í EU ikki kann vera samansettur av undantaksloyvum. Kappingin innan EU kan bert økjast við, at brúkarin kann keypa sínar vørur, har tær eru bíligast, og tí vil Bolkestein arbeiða fyri at fáa eins reglur fyri øll lond.
Ringt er at siga nei til undantaksloyvi til nýggj limalond, tá fleiri av limunum hava undantaksloyvi, og hesum vil kommisserurin tí byrgja fyri.
Svenski fíggjarmálarádharrin vónsvikin
Bosse Ringholm, fíggjarmálaráðharri, var ikki sørt vónsvikin av vitjanini. Hann hevði ímyndað sær, at Svøríki kundi fáa eina hækkanar-avtalu sum Finland og Danmark.
Finland hevur seravtalutil 2003 og Danmark til 2004. Ringholm harmast millum annað um, at bíligari rúsdrekka vil økja um rúsdrekkanýtsluna og harvið misnýtsluna. Hesum afturvísur tó ein kanning frá lærda háskúlanum í Lund. Ringt er at sammeta rúsdrekkanýtsluna í Svøríki við onnur lond, tí myrkatalið er mett at vera rættiliga stórst.
Avgjaldið
Ein pakki av sigarettum kostar 34,50, ein fløska av Johnny Walker 280 kr., og ein fløska av miðalgóðum víni kostar 15 ? 20 kr. meiri enn í Danmark ? ella eini 60 kr.
Á øðrum hvørjum arbeiðsplássi kanst tú keypa bæði sigarettir og spiritus til hálvan prís. Hetta eru smuglaravørur, ið ósmædnar verða koyrdar runt frá arbeiðsplássi til arbeiðspláss. Jú hægri avgjaldið er vorðið, jú størri er ferðslan av innfluttum loynivørum blivin, og tað sama er at siga um heimabrenningina, ið er í hæddini í hesum árum.
Toll- og løgregluvaldið megnar at leggja hond á eini 10% av ólógligu vørunum. Hetta sigur tó ikki nakað um teirra dygd, men meiri um arbeiðsorku, og hvussu umfatandi svarti marknaðurin í veruleikanum er.
Kirstin Didriksen,
Stockholm










