Havstovan hevur fingið játtað 220.000 krónur frá grunninum Fiskivinnugransking til at kanna, hvat uppsjóvarfiskur etur, meðan hann er í føroyskum øki.
- Seinastu árini hava verið stórar broytingar í pelagisku vistskipanini í havøkinum kring Føroyar. Stór sveiggj hava verið í nøgdini av teimum trimum høvuðssløgunum av uppsjóvarfiski(sild, makreli, og svartkjafti, og ferðingarmynstrini eru nógv broytt.
Havstovan vísir á, at nógvar gitingar eru um orsøkirnar til hesar broytingar, og stovnurin ger eitt áhaldandi arbeiði fyri betri at skilja orsøkirnar til broytingarnar í hesi vistskipan.
- Ein týðandi liður í at skilja hesa vistskipan er at vita, hvat uppsjóvarfiskurin etur ta tíðina, hann er í økinum, og í hvønn mun tey ymisisku sløgini av uppsjóvarfiski kappast um somu føði.
Stovnurin vísir á, at eitt ávíst arbeiði er longu gjørt á økinum, og eitt nú sigur stovnurin seg vita, at norðan fyri Føroyar um summarið er høvðusføðin hjá sild og makreli reyðæti.
Í Sjóvarmáli fyrr í heyst varð víst á, at bara makrelurin, meðan hann er í føroyskum sjógvi, etur 3 miljónir tons.
- Høvuðsføðin hjá makreli í føroyskum øki um summarið er djóraæti, serliga reyðæti (calanus finmarchicus) og eitt annað slag, nevnt temora, sum er í ætt við reyðæti.
Lagt varð aftrat, at tað er ikki fyrr enn tíðliga á heysti, at annað enn djóraæti verður etið. Tá er talan um hvítingsbróðir, brisling og nakað av nebbasild.
Hetta vóru niðurstøðurnar í verkætlanini "Makrelur á Landgrunninum", sum Fiskivinnugransking eisini fíggjaði í 2011 og 2012.
- Tað eru ikki smávegis nøgdir, sum skulu til fyri at gøða makrelin teir mánaðirnar, hann er í føroyskum sjógvi, var ein av niðurstøðunum í kanningini.










