Etur lakres og vaskar sær við Elida

90 sekund við Sigrid Rasmussen

Hvussu er lagið?

Heilt gott


Hvat ger teg glaðan?

Tá onnur geva mær eitt smíl, og síggi at tað gongst væl hjá øðrum. Gott

veður og góður tónleikur.


Hvat ger teg illan?

Órattvísi.


Hvat er títt yndisgóðgati?

Lakres! Gott fyri magan


Hvat vil tú kallast - Sigrey ella Sigrid?

Sigrið = ey er tað internationala ð:ið


Er tú rík?

Tað kemur an uppá hvat man kallar ríkidømi. Í nógvum førum haldi eg at

eg eri rík.


Hvat listafólk hevur tú stóra virðing fyri?

Øll tey, sum kempa fyri sína list havi eg stóra virðing fyri.


Hvat slag av sjampoo brúkar tú?

Elida. Bíligt og besta í verð.


Fer tú nakrantíð at klippa tar stutt?

Ja, tað kundi hent, um eg einaferð fór at skifta tónleikastíl.


Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvari?

Síggi alt frá tí ljósu síðuni. Tá verða sjálvt tey keðiligu tingini

lættari.


Hvat er romantiskt?

Stearinljós


Hvør er besta bók tú hevur lisið?

Eg haldi meg ikki hava lisið hana enn.


Mariah Carey ella Whitney Houston?

Mín fyrsta fløga var altso Whitney Houston, so hon hevur verið longst í

mínum lívið.


Hvør er tín lívrættur?

Avgjørt føroyskur matur. Best er ræsta kjøtið, og so alt hitt sum fylgir við, men mær dámar ikki blóðpylsu.


Hvat er storsti brolari sum er gjordur í Foroyum?

At vit enn liva í skugganum av øðrum.


Hvat hevði tú gjort um tú var ósjónlig ein dag?

Siti undir liðuni av einari leyvu


Er tú bangin fyri at gerast gomul?

Næ... um eg livi so leingi vóni eg, at eg veri ein cool og frísk eldri

dama.


Hvat hevur lívið lært teg?

At vera takksom


Fakta

Navn Sigrið Rasmussen

Aldur 17,5 x2

Bústaður: Aalborg

Starv: Tónleikari

Familja: upptikin